111
Gleðin hon er fødd í dag,
himmiríkis gleði.
Í Guðs faðirs vinalag
livir fólk hans fegið.
Til hesa neyðar verð
Jesus nú komin er
frá Guðs himli fríða,
tók á seg manna hold,
borin sum barn á fold.
Ljóði prís hans víða!
 
2. Hirðar, sum á dimmu nátt
goymdu seyð í líðum,
fingu har av himli brátt
boð við einglum blíðum:
Føddur nú er í dag
Kristus í Dávids stað;
lágt í manna líki
liggur á krubbustrá
hann, sum tó vald og ráð
eigur í Guðs ríki.
 
3. Harra Guð, títt handaverk
eru vit øll somul;
veik vit eru, ger oss sterk;
halga ung og gomul!
Niður til oss komst tú,
lat okkum við tær nú
upp til himmals fara!
Her var tær leiðin trong,
lær oss nú gleðisong
við Guðs einglaskara.
 
Latínskur 14. øld.
Grundtvig 1837. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 85.