143
Ein urtagarður fagur
á foldum settur er,
og hagar stundar glaður
so mangur síni ferð;
har lívsins kelda reina
við lívsins træsins rót
fer leiðina at beina,
ber sjúkum sálum bót.
2. Tú, Jesus, eigur ræðið,
tær mangur tæna vil;
so gott tú hevur lagið
og hartil besta skil.
Hvønn morgun tú so snimma
tær biður bønarmenn,
og tá tað fer at dimma,
teir fáa løn í senn.
3. Tú mundi mær inn bjóða
á lívsins morgunstund
í urtagarðin góða
tær har við lív og lund
at tæna allar ævir,
at njóta friðin tín;
tí má eg vera glaður,
tí fegnast sálin mín.
4. Eg vil meg sjálvan telja
ímillum arbeiðsmenn,
sum tú tær mundi velja
og velur líka enn;
mín skírn er halga veðið
upp á ta stóru náð,
mær untist á tí degi,
eg teg við funtin sá.
5. Mín Jesus, grant tú kennir
til botns mítt hjartalag,
tú veitst, mín hugi rennur
frá mær so mangan dag;
men tá um kvøld hann leita
vil í tín urtagarð,
eg biði teg varðveita
hann væl við barm hjá tær.
6. O, reinska tú mítt hjarta,
so tað má gleða seg,
um eydnan sólarbjarta
til granna mín fann veg.
Og tá so dagur aftnar,
húsbóndin kemur brátt,
tá mær um hjarta lætnar,
tá verður alt so gott.
Matt 20,1-16. Símun av Skarði.
Lag: Sl. 58.