145
Ójavnt Harrin gávur býtir,
ein fær færri, annar fleir;
hvør sum væl tær gávur nýtir,
honum vil Guð geva meir;
víst vit fingu øll so frægt,
at um vit tað nýta rætt,
heim til Guðs vit skulu náa,
ævigt lív og sælu fáa.
 
2. Harrans dagar latir stjala,
mangur lívið burtur svav;
illgerð er í mold at fjala
evni tey, sum Guð tær gav.
Hav Guð við í hvørji gerð,
eydnast má tá væl tín ferð,
betur røkt ein sál man vera,
betri vøkstur man hon bera.
 
3. Ganga kanst tú fram í trygdum,
gevur tú teg í Guðs hond,
víða hvar í heimsins bygdum
hjálp hans altíð er í nánd.
Vík tú ikki av hans veg,
sjálvur vil hann styðja teg,
loysa av tær tínar syndir,
leiða teg til himlagrindir.
 
4. Faðir, lat meg vegin finna
til títt sæla himlaheim;
kann eg aðrar við mær vinna -
o, tá fekk eg hægsta gleim!
Gev Guð, at vit fáa øll
sess í tíni ljósu høll,
eftir heimsins stríð har hvíla,
prísa árla tær og síðla.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 89.