16
Tær, Guð, sum ein ræður himni á,
veri lov og tøkk fyri náði;
tú hjálp tína veitir okkum, tá
her mestur er syndaváði!
Til jarðar tú sendir fragd og frið,
og menniskjan øll má fegnast við
tín tokka og blíði tína.
 
2. Guð faðir, vær prísum, vær tøkkum tær,
øll dýrdin er tín aleina;
tín trygga vernd er veikum nær,
til bata tú alt vilt beina!
Tú øllum hevur alt veldið á,
og frama fær hvørt eitt títt ráð,
tí óttast vit ongan vanda.
 
3. Guð sonur, Jesus Krist, Guðs lamb,
sum himmiríki oss gevur,
tú syndasekt vára tók og skamm,
so sálin nú lívsvón hevur;
tað rann fyri okkum títt dýra blóð,
tú deyðan leið, men upp tú stóð,
tú eina ert okkum sælan.
 
4. Guð Halgi Andi, vár uggari,
bjart sannleiksljós títt lýsir,
við okkum ver tú í ferðini,
so leið tú okkum vísir;
í freistingum statt okkum hjá,
alt sálargrand vend okkum frá,
og veit okkum sælu! Amen.
 
Grikskur 2. øld. Latínskur 4. øld. N. Decius 1526.
Danskur 1528. C.J.Brandt 1885. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 344.