164
Sælir eru fátækir í anda;
verða teir enn lítið virdir her.
Vilja teir í Harrans liði standa,
himmiríki teirra lutur er.
 
2. Sælir teir, ið tyngjast her av sorgum;
tykist heimsins lagna teimum svár,
meir teir skulu troystast annan morgun,
Jesus turkar burtur teirra tár.
 
3. Sælir teir, ið spakir, friðarligir,
tolinsintir taka semjuráð;
væl teim gangast má, tí Jesus sigur,
jørðina í arv teir skulu fá.
 
4. Sælir teir, ið hungra, tysta eftir
rættvísi og rættferð her á jørð;
troystast skulu teir og verða mettir,
har sum lok ei millum hveiti grør.
 
5. Sælir eru teir, sum miskunn vísa
hvørjum, sum her várkunn treingir til;
Harrans signing yvir teir skal lýsa,
himla faðir teim miskunna vil.
 
6. Sælir eru teir, við reinum hjarta
skýggja alt, av syndum dálkað er;
seinni skulu teir í ljósi bjarta
síggja Harran, sum teir søktu her.
 
7. Sælir eru teir, sum ei seg hevna,
doyva hat og stríð og elska frið;
himla Guð vil síni børn teir nevna.
Gævi vit øll finnast í tí lið'!
 
8. Sælir teir, ið her forfylgdir líða
fyri rættvísi og fyri Krist;
seinni teir til himmiríkis stíga,
har Guð gevur teimum innivist.
 
9. Sæl tit eru, sum teir óndu speia,
sum forfylgd við lygnum verða her;
gleðið tykkum, fegnist, tí tit eiga
mikla løn í faðirs himlaverð.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 310.