169
Jesus lív mítt lívgað hevur,
hevur vunnið deyða mín;
mær um allan aldur gevur
lív og sælu deyði tín,
tú á krossin lætst teg festa,
at mær hvíld ei skuldi resta.
Alla mína skuld tú galt,
tøkk tær veri túsundfalt.
 
2. Leinkju, háð og spott tú toldi,
likams líðing, sálargrand,
sama eina synd mín voldi,
sum meg hevði lagt í band;
fyri mína skuld at rinda,
lætst tú teg sum brotsmann binda.
Alla mína skuld tú galt,
tøkk tær veri túsundfalt.
 
3. Yvir mál og mát tú mundi
líða út í lim og lið,
tí at neyðar sál mín kundi
verða frí og finna frið,
ja, tú vildi mær til bata
teg á krossin festa lata.
Alla mína skuld tú galt,
tøkk tær veri túsundfalt.
 
4. Narraskrýddur, tornakrýndur,
vansjón fyri fólk at sjá,
fyri spott tú fram vart sýndur;
hví lætst tú teg háða svá?
Tí at eg við miklum mæti
krýnast skal á ærusæti!
Alla mína skuld tú galt,
tøkk tær veri túsundfalt.
 
5. Tú við eyðmýkt tíni vildi
blíðka mína hørðu lund,
deyði tín, ið vann Guðs mildi,
lýsir mína deyðastund,
spott og spæ, í tolni borin,
eru mær til æru vorðin.
Alla mína skuld tú galt,
tøkk tær veri túsundfalt.
 
E.C. Homburg 1659. Fr. Rostgaard 1718.
C.J. Brandt 1885. G. Bruun.
Lag: Sl. 178.