171
Jesus, tíni sár og pína
og tín deyði krossi á
mær til ugga fagurt skína,
tá ið neyðin liggur trá;
herja syndaríðir meg,
minna tey meg øll á teg,
hoyri, at tey á meg tala:
Ikki er við synd at spæla.
 
2. Tokar fram at heimsins trogi
syndaskerdi hugur mín,
krossin tá eg bjartan skoði,
hjartað vendir sær til tín;
gongur Sátan hart á meg,
eg sum skjøldur havi teg,
tíni suff, tín stríðsdag langa,
tá má hann av vali ganga.
 
3. Vil meg heimur at sær draga,
sýnir mær sítt skrúð og skart,
har hann hevur tað so lagað,
at tú ongan ormin sært;
stundar hugur heimin á,
síggi eg títt syrgna brá,
kann eg tá upp á teg hyggja,
loyniráð í ljósi liggja.
 
4. Móti øllum, mær er bági,
eru tíni sár mær góð;
tá eg meg í teimum tvái,
finnur sál mín frið og ró;
eigi eg mín lut í tær,
víkur hvør ein neyð frá mær,
tá ið tú til mín inn kemur,
gleðin góða verk sítt fremur.
 
5. Øll mín vón á kross tín stendur,
grøv tín hvíldarstaður mín,
deyðin varð í deyðan sendur,
tá tú doyði deyða tín;
grøtt mítt banasár tí er,
frið tað tínum børnum ber,
og við tær til lívs vit fara
inn í himmalljósið skæra.
 
6. Vellir tú bert mær í hjarta,
sæluheimsins kærleikslind,
óttist eg ei deyðan svarta,
síðsta ísakalda vind;
um eg skjóli meg hjá tær,
fíggindin meg ikki fær.
Mær kann deyðin einki gera,
tú til lívs vilt barn títt bera.
 
J. Heermann 1644. N.C. Arctander 1689.
Grundtvig 1837. Steingrím Niclasen 1987.
Lag: Sl. 183 a og b.