172
So elskar Guð oss, at hann gav
sín kæra son í deyðans kav,
at vit ei skulu deyðan sjá,
men ævigt lív við honum fá.
 
2. Um tú Guðs kærleik grant vilt sjá,
til Golgata tú fara má,
har Jesus pínsluvegin steig
og sárt for syndir várar leið.
 
3. Hann fór til spott og slag og sár,
til deyðadóm for misbrot vár,
hann boygdur gekk og bar sín kross,
til lív og grøðing fyri oss.
 
4. Tú sól, sum gyltan ljóma ber,
mót ljósi hans bert skuggi er,
sjálvt tá hann steig um myrkurs gátt
eitt lítið bil á heljarnátt.
 
5. O, kærleiki, sum glitragull,
o, náðikelda undurfull!
Tú lýsir gjøgnum deyðans neyð
sum dýrdarperlan logareyð.
 
6. Eg falli tætt við krossins træ
við hjartans gráti nú á knæ,
mín synd er her so ónd og svørt,
men náði tín so rein og bjørt.
 
7. O, kærleiki, o, lat meg tá
títt ljós í lívsins myrkri sjá,
og tá ið kemur síðsta stund,
so lýs mær inn í sælan blund.
 
Elias Blix 1890. Edm. í Garði 1955.
Lag: sum Sl. 357.