186
			
				Hann á krossinum aleina
			
				uggan mín og frelsa er;
			
				eingin sum Guðs lambið reina
			
				mær alt til tað besta ger.
			
				Og so góður er við meg,
			
				tolin gongur tyngsta veg;
			
				ikki um alt jarðarríki
			
				er at finna hansar líki.
			
				 
			
				2. Vinur hjartalag kann sýna,
			
				veita hjálp í neyð og ráð;
			
				kærleiki kann bjartur skína,
			
				kann sjálvt lívið leggja á;
			
				men hvar finnur tú tann mann,
			
				sum so trúfast elska kann,
			
				at hann fyri teir vil líða,
			
				honum mót í hatri stríða?
			
				 
			
				3. Hann á krossinum aleina,
			
				manna millum eina hann,
			
				lambið Guðs, hitt góða, reina,
			
				vin og óvin fevna kann;
			
				hann vil ongan koyra út,
			
				sum sær kennir synd og sút;
			
				«Komið øll!» hann sigur blíður,
			
				stríðir, bløðir, sælu býður.
			
				 
			
				4. Sólin, sum á himni lýsir
			
				yvir ill og yvir góð,
			
				bert sum einum dropa hýsir
			
				av hans djúpu kærleiks flóð.
			
				Mánin, sum á himni sær,
			
				so at nátt gerst ljós og skær,
			
				bert kann líknast við ein skugga
			
				av hans kærleiks fjálga ugga.
			
				 
			
				5. Hann á krossinum aleina
			
				øll mín vón og gleði er;
			
				hvat so aðrir vilja meina,
			
				hann hjá mær av øllum ber.
			
				Eingin tann, ið nevnast kann,
			
				gjørdi mær so stórt sum hann:
			
				Hann kann meg við Guð sameina,
			
				hann á krossinum aleina.
			
				 
			
				J.L. Runeberg. J Dahl 1925.
			
				Lag: Sl. 116 ella sum Sl. 183.