188
Gakk undir Jesu kross at stá,
hans síðstu orð at lýða á;
frá krossinum hans náðireyst
skal veita tær nýtt lív og treyst.
 
2. Hann fyri fíggindunum bað:
O, faðir, fyrigev teim tað!
Teir, hvat teir gera, vita ei,
so vála teir á syndaleið.
 
3. Bið fyri mær, o, Jesus, við,
tú sært, at blind og vánalig
er øll mín ferð um allan veg,
men bønin tín kann styrkja meg.
 
4. Hann so til móður sína sá,
sum sorgarbundin stóð har hjá,
sum stungin gjøgnum sál og lív,
hon kendi svørð og drápsmansknív.
 
5. Ein annan son hann henni gav
til ugga, hjálp og studnastav:
«Jóhannes, ver í sonar stað
hjá móður míni frá í dag!»
 
6. Um, Jesus, kross eg bera má,
og hartil fáa spott og háð,
og vei og víggj er eftir mær,
send ein Guðs vin tá til mín nær.
 
7. Tann ránsmann, sum av syndaneyð
sær søkti hjálp í Jesu deyð',
tí vann hann deyðans valdi av,
og lut í himmiríki gav.
 
8. Leið meg við, Jesus, á tín fund,
sig við meg mína síðstu stund:
«Í dag skal leið tín vera vís,
við mær heim í Guðs paradís!»
 
9. So ræðuligt tað hoyrdist tá,
slíkt fyrr ei hoyrdist himni á:
«O, Guð mín, Guð mín, hví fórt tú
í hesi neyð burt frá mær nú!»
 
10. Tú mína vegna kendi tá,
at Guð var farin burt tær frá,
so hann frá mær ei fara skal
um deyðans myrka, tronga dal.
 
11. «Eg tysti,» segði hann og læt
sær beiskt bland berast munni at.
O, Jesus, alt mítt syndamál
tú drakk úr teirri beisku skál.
 
12. Tá varð hans orð: «Tað fullgjørt er!»
Og hetta orð av øllum ber.
Nú mær er opin himins grind,
tí Jesus bøtti mína synd.
 
13. Sítt síðsta orð hann mælti tá,
og lívsins vón øll í tí lá;
hann segði: «Faðir, tær í hond
eg gevi mína sál og ond.»
 
14. Tað orð, tað orð seg treingir inn,
mær djúpt í hjarta, sál og sinn.
Guð gævi, síðst eg tala má
tað orðið hesum foldum á!
 
Kingo 1689. J. Dahl 1928.
Lag: Sl. 81 ella sum Sl. 357.