196
Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!
Mín Jesus, lat ljóshav floyma
og lýsa mær leið til himnastól,
tá her tey í grøv meg goyma,
so heim eg kann fara í títt ljós
og stríðið við gleði gloyma.
 
2. Øll menniskjan komin er av mold,
og mold skal hon aftur verða,
men lov havi Krist, sum hevur volt,
at andin tað verk skal gera:
at vekja oss upp úr gravar nátt
og heim oss til himna bera.
 
3. Hvør maður, sum doyr í Kristi her,
til lívs upp frá deyða stendur,
í friði hann fer úr hesi verð
og frelstur á himni lendir.
Guð unni mær fyri Jesu blóð
at síggja tær ljósu strendur.
 
4. So sovi eg tryggur blíðan blund,
og skal eingin trongd meg tyngja,
so vakni eg upp ta morgunstund,
tá andin meg upp skal yngja.
Tá liva eg skal í ljósi Krists
og lov hans um ævir syngja.
 
Elias Blix. G. Bruun. Lag: Sl. 281.