205
Heiður tær veri,
Harri, sum á deyða vann!
Páskaboð nú berið:
Deyðin bana fann!
Ljósar lógu lundir,
sí, ein eingil kom,
læt upp gravargrundir,
Jesu grøv er tóm!
Heiður tær veri,
Harri, sum á deyða vann!
Páskaboð nú berið:
Deyðin bana fann!
 
2. Sí, Harrin livir!
Sæla morgunstund!
Myrkurs veldi bivar.
Trygg er trúargrund.
Gleðiróp nú runga:
Frelsarin er her!
Prísa hvør ein tunga:
Kristus Harri er!
Heiður tær veri,
Harri, sum á deyða vann!
Páskaboð nú berið:
Deyðin bana fann!
 
3. Óttast ei longur!
Hann er ævigt við.
Ljóðar trúarsongur:
Krist ber lív og frið!
Kristi navn er heiður,
sigur er hans leið,
ævigt vald hann eigur,
óttast skal eg ei.
Heiður tær veri,
Harri, sum á deyða vann!
Páskaboð nú berið:
Deyðin bana fann!
 
E.L. Budry 1885. Arne Fjelberg 1947. Edm. í Garði.
Lag: Sl. 128.