211
Páskablóma, hvat vilt tú?
Urt úr bygdablómugarði
uttan anga, skreyt og skrúð,
hvørjum ert tú gestur kæri?
Heldur tú, at nakar fær
hug at goyma teg hjá sær?
Torir skald um teg at røða,
fuglurin um teg at kvøða?
2. Ei tann lýggja summardag
nældi tú, har blómur pranga,
ei sum liljan silvurblað
fekst tú og sum rósan anga.
Men tá vetraródn er hørð,
sprettur tú úr køldu jørð,
gleðir einans tann, ið skoðar
teg og minnist tað, tú boðar.
3. Páskablóma, sig mær satt:
hava nakað vit at týða?
Hava vit nú boðað rætt?
Kunnu deyð av grøvum stíga?
Reis hann upp, sum boðað er?
Rísa orð hans aftur her?
Sprettir so av gulum beði
lívið fram á páskadegi?
4. Kunnu deyð ei rísa hátt,
einki hava vit at týða,
følna skulu vit tá brátt,
ongan urtagarð vit prýða -
undir torvu gloymd og fjald.
Men fær megin dulda vald,
bræðist, stoytist vaksið fína,
skal sum ljós á grøvum skína.
5. Páskablóma! megin sterk
er í tínum gula horni,
og sum við eitt undurverk
leskist eg á páskamorgni.
Morgunsól og fuglamál
drakk eg mær úr tíni skál;
deyðir vakna, eg man skoða
teir í páskamorgunroða.
6. Ja, so satt tú sigur tað!
Frelsarin reis upp av deyða!
Tí er langafríggjadag
vón um páskamorgun reyða:
Kappin ein av øllum ber,
grøv og svørð ei muna her -
dumba bert, tá hann vil anda,
hann, sum bjarging gav úr vanda.
Grundtvig 1817.
Axel Tórgarð 1960.
Lag: Sl. 278.