218
Hann ský til vagn man velja sær,
á stormsins veingjum fer hann,
hin mikla heim og alt, her er,
við kraftarorði ber hann,
á jørð og himni hevur ráð,
hans ríkis løgbók eitur náð,
hans navn er Jesus Kristus.
 
2. Hann svørð í slíðrum hevur helst
og signing sína sendir,
hann fegin sá øll okkum frelst,
at okkum rættir hendur;
tú kæra sál, eg biði teg,
o, tak við lívsins krúnuni,
sum faðir mín tær sendir.
 
3. Frá synd hann okkum bjarga kann,
hans bøn hon kann tað gera,
og um at tornakrúnu hann
á foldum mátti bera,
og dárar hann ei kennast við,
hann stendur tó við vára lið
oss heim til Guð at bera.
 
4. Og sum til himna upp fór hann,
til dóms hann aftur kemur;
tá væl er staddur maður tann,
sum her hans vilja fremur
í kærleika, í vón og trú,
hann fær í faðirs heimi bú
og lívsins dýrdarkrúnu.
 
Grundtvig 1843. Grækaris Madsen.
Lag: Sl. 118.