23
Kom, Halgi Andi, til oss her
og halga eld tín okkum ber,
samein øll heimsins tungumál
at kveikja lív í hvørja sál.
 
2. Vár sanni troystari ver tú,
í børmum várum tak tær bú
og bloyt tey hørðu hjørtu svá,
at burtur doyr øll haturs trá.
 
3. Birt ljós títt í várt døkka sinn,
ber trúgv og vón í hjartað inn,
hvat gott enn okkum tróta má,
av tíni miskunn lat oss fá.
 
4. Við Harrans góðsku túsundfald
tín gáva okkum er útvald.
O, ger tú heimsins fólk øll vís
at bera Guði hægsta prís.
 
5. Rek fjandans freisting okkum frá,
við halgum friði ver oss hjá,
leið okkum hvørja lívsins stund,
leið okkum fram til himlafund.
 
6. Í himmiríkis høll tá vist
vit skoða Faðirin og Krist
og Andan, sum her kraft oss bar.
Tríeinur Guð, prís veri tær!
 
J.O. Wallin 1816. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 191.