25
Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,
hans dýrd og tign at prísa,
hans minsta skaparverk er stórt
og kann hans megi vísa.
 
2. Og gingu kongar fram á rað
og vístu megi mesta,
teir megnaðu ei minsta blað
á notulegg at festa.
 
3. Tey minstu grøs eg undrist á,
í skóg og dølum næla,
hvar skuldi eg tann vísdóm fá
um tey við skil at tala?
 
4. Hvat gat eg sagt, tá eg man sjá
alt lív í skógum yðja,
hvønn fuglaleik um heyg og lág
mær gleðisøgur siga.
 
5. Hvat gat eg sagt, tá eygað sær
á blómurnar um eingir,
og fuglasongur samfelt slær
sum túsund harpustreingir.
 
6. Hvat gat eg sagt, tá ið mítt sinn
í havsins djúp og grunnar
so lítið bert kann kaga inn
og sær so nógvar munnar?
 
7. Hvat gat eg sagt, tá eygað sær,
hvør stjørnuherar leiftra,
hvør allir brosa blítt at mær
og sál at himni veittra?
 
8. Hvat gat eg sagt, tá upp eg við
til Guðs í ond man fara
og síggi fylkjast lið í lið
hin blíða einglaskara?
 
9. Hvat gat eg sagt? Ja, málið mítt,
o Guð, ei megnar mæla,
hvør ríkt er kærleiksundur títt
og vís tín stjórn og tala.
 
10. Upp samfelt lov tú Drotni ber,
tú heimsins mannaskari:
Halleluja! Guð mikil er!
og himin: Amen! svari.
 
Brorson 1734. Chr. Matras 1920.
Lag: Sl. 350.