257
			
				Arbeið, tí náttin kemur,
			
				arbeið, tá rísur sól,
			
				arbeið, tá døggin glitrar
			
				morgunfrísk um hól.
			
				Harrin til arbeiðs bjóðar,
			
				kall títt er dýrt og hátt,
			
				stórt er verkið at inna,
			
				dagur líður brátt.
			
				 
			
				2. Arbeið, tí náttin kemur,
			
				arbeið um middagstíð,
			
				lat ikki dagsins møði
			
				minka starv og stríð.
			
				Minst til á hvørji løtu,
			
				at tað er Harrans verk;
			
				um tyngist tær á føti,
			
				er Harrans náði sterk.
			
				 
			
				3. Arbeið, tí náttin kemur,
			
				arbeið, tá setur sól,
			
				arbeið, tá myrkrið sígur
			
				yvir skýmdan hól.
			
				Liva til Harrans æru,
			
				nýt hvørja løtu væl,
			
				so skal, tá nátt er komin,
			
				hvíldin vera sæl.
			
				 
			
				Annie Coghill 1854. J. Dahl 1925.
			
				Lag: Sl. 257.