26
Alveldis drottur,
sum situr í himnanna sæti,
mikil er dýrd tín og máttur og mikið títt mæti!
Í tíni hond
eru øll veraldar lond,
heimsins fólk øll, teirra læti.
 
2. Ljósanna faðir,
hjá tær er ei skiftandi skuggi,
í tínum ljósi er birtur ein ljósanna gluggi,
frelsisljós hátt
lýsir um aldanna nátt,
okkum er lívsælur uggi.
 
3. Miskunnar Harri,
tín náði og mildi ei broytist,
góðskunnar kelda tín aldri á ævini troytist,
miskunn tín blíð
á hvørjum morgni er ný,
varir, um verøldin stoytist.
 
4. Algóði Guð vár,
so ríkur og mildur í gávum,
fundvísur á øllum leiðum og vitur í ráðum,
alt, fyri er,
hond tín til signingar ger,
alt bæði í høgum og lágum.
 
5. Heilagi Guð vár,
til fóta tær eyðmjúk vit falla,
á tína miskunn og ljós títt og veldi vit kalla,
ver okkum hjá,
vit eru ørm, eym og smá,
leið okkum ævina alla.
 
J. Dahl 1921.
Lag: sum Sl. 122.