261
O, Faðir vár, tín milda hond
oss leiðir væl á vegin,
tín kraftarmikla halga ond
oss veitir tína gleði,
tú kallar børn blítt í tín favn
og signar tey í Jesu navn
við náði yvir náði.
 
2. Í sama navni koma inn
vit her títt orð at læra;
upplýs tú okkum sál og sinn,
so teg fullvæl vit æra
og aldri gloyma tíni boð,
men her á foldum liva so,
at heim til tín vit vinna.
 
3. Guð, lat várt unga lívsins vár
her fáa halga føði,
títt orð frá nú til ellis ár
teim veri kraft og frøi,
hjálp, at tað fríska kristna lið
má elska frið og halgan sið
og bestu grøði bera.
 
P.F.A. Hammerich. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 160.