283
So eiggilig er gleðin tá, eg finni,
og lov og prísan streingir á her inni,
tí Jesu logi mær er morgunroði,
tá náð hans, sum breyt deyðans bond, eg skoði.
 
2. Sum fuglur tolin bíðar glott av degi,
so trái eg í fanganátt mót gleði,
sum einans ræður, tá ið Harrans dagur
fær sút at bresta, so at hvør er glaður.
 
3. O, fagnardagur, skín fram mær við mátti,
ið alt at legnast fær, sum jørðin átti;
tá heilsar einglasongur, hørpuklongur
tí lívssól dýru, sum um alheim gongur.
 
4. Ger búnan meg og gev mær lund at bíða,
til tú á miklu morgunstund skalt stíga
at táradølum meg úr jarðarkvølum
at bera heim at tínum fagnarsølum.
 
Ellen Andersdatter 1639. Chr. Matras.
Lag: Sl. 290 a og b.