284
Mítt ljós í myrkri, Jesus Krist,
mítt lív, mítt skjól, mín innivist,
á fold ein gestur eri eg,
at føðurhúsum lystir meg,
men brøtt og drúgv tann breytin er,
sum meg at lívsins landi ber.
 
2. Har liva tey, mær varða av,
men er oss millum deyðans hav
so vilt og øgiligt at sjá,
at ísakalt tað kennast má
í hjarta og í blóði mær,
tá ferðin langa sýnist nær.
 
3. Í ørmakt fellur hvør, ei fær
á vegi ferðarbreyð frá tær,
bert hann, tú veitir stav og ljós,
man finna fram á rætta kós;
í holt við deyða stendst bert hann,
ið frið við blóði tínum fann.
 
4. Sum tú til navns at leita er,
mítt breyð, mítt ljós, mín vegur ver!
Styrk, flutningsmaður mín, mær veit,
tær upp í hendur alt eg leit,
og nevni møddur eg títt navn,
so ber meg, tak meg í tín favn.
 
5. Lat hurð mær upp til himna høll,
har hollur tú vilt savna øll,
og tá um sólarris tín rødd
skal vekja okkum endurfødd,
so klæð tú meg í brúðarlín,
og leið meg krýndan heim til tín.
 
Grundtvig 1844. G. Bruun.
Lag: Sl. 231.