297
O, sælasti dagur,
í vónum vit vænta,
tá Guðs ríki vorðið á foldum er vist,
tá menniskjaættin her loysn hevur funnið,
og øll skulu sanna, at Harrin er Krist,
tá deyður er deyðin og syndin burt svunnin,
hin fullkomna frelsan um ævir er vunnin.
 
2. Hann kemur, hann kemur,
tann dagur, vit vænta,
nú roðar í eystri av morgni í ský.
Enn myrkrið er mikið í døkkastu dølum,
á hæddum vit tekkja tó dagsglæmu ný'.
Hann kemur at loysa tey fjøtur, ið byrgja,
hann kemur at troysta tey hjørtu, ið syrgja.
 
3. Hann kemur, hann kemur,
tann dagur, vit vænta,
tá tjóðir sameinast í kærleik' og trúgv,
og himmalsins harri á foldum gerst kongur,
og vit í hans skugga so væl festa búgv,
tann dagur, sum fremur tær heilagu bønir,
tann dagur, sum trúnna við skoðan her lønir.
 
4. Hann kemur, hann kemur,
tann dagur, vit vænta,
tann ljósasti dagur, á foldum upp rann,
tá Harrin, hin alvaldi, øllum skal ráða,
tí Sátan og synd fyri ásjón hans svann.
Og skapningur frelstur úr syndum og stríðum
hálovar hans æru í ævigum tíðum.
 
Fredrik Natanael Beskow 1887. Edm. í Garði.
Lag: Sl. 272 a, b og c.