303
Eg havi vunnið
og strítt tað góða stríð.
Nú skeið er runnið,
og hvíldin komin blíð.
Nú verður friður,
her endar heimsins spæl.
Legg bogan niður
og vápn, tú nýtti væl.
Kom, Harrin biður
teg skoða himins sal.
2. Eg havi eftir,
nú stríðið hæsir av,
tað, sum ei grettir,
ta trúgv, mær Harrin gav.
Óvinur ringi,
sum vildi gera bart,
títt hevur gingið
á mína trúgv so hart,
men ei hann fingið
meg hevur í sín part.
3. Nú høvuðprýði
í himni bíðar mær.
Guðs sonur blíði
ta krúnu gevur har.
Ei mær aleina,
men øllum teimum við,
sum leiðir beina
sær upp í Harrans lið.
Og lambið reina
teim veitir fragd og frið.
2 Tim 4,7... Brorson 1742. Ókendur.
Lag: sum Sl. 15.