304
O, stóð eg bert á himnagrund
sloppin úr vesalum tjaldi,
sá eg bert straks ta sælu stund,
tá annan búna eg valdi!
Ónýtt tá verða stavur, svørð,
pálmarnir prýða nýggja jørð.
O, hagar langtan mín stendur.
 
2. Syndin meg nívir tung og svár,
Sátan við listum meg tekur;
verðin í dag er sum í gjár,
freistar, á trongd hon meg rekur.
Kuldin í sál seg trokar inn,
tíðin hon eitrar alt mítt sinn,
hóttir at ræna mær lívið.
 
3. O, tú Guðs Ísraels fedraheim,
er tað tó langt heim til landa?
Drálar tú langtandi eftir teim,
sum uttanfyri enn standa?
Beri eg ikki hóming av?
Jú, men tað dimma deyðans hav
skýlið um staðin enn setur.
 
4. Var eg har heima, míni við,
sameind í vinanna heri!
Slapp eg bert inn um borgarlið,
sál mín tá glað hevði verið.
Frælsur og fríur um ævir tá,
sorg, sút og stríð mær vikin frá;
har eigur gleðin alt valdið.
 
5. Ja, eg vil renna hetta skeið,
sigursins kransur er falur,
hart stendur stríðið, gevst tó ei,
bjart glógvar gleðinnar salur.
Hvørt so enn verður stríðið mítt,
einki eg vildi við tað býtt.
Krúnuna ei eg vil missa!
 
N.J. Laache 1866.
P.J. Sigvardsen.
Lag: Sl. 270.