31
Ein vakran heim tú, Harri, gav
til bú for mannaættir.
So fagurt liggur land og hav,
tá summardimmið lættir,
so djúpur kærleiki tín er,
so fer tín náði víða.
Tað um tín almátt vitni ber,
tá ódnin leikar stríða.
 
2. So vakurt hevur, Guð, tín hond
her skapað fjalsins tindar,
tað er, sum sært tú purpurvond,
tá sólargull teir yndar.
Mót himni hátt teir hevja seg,
um stórleik tín teir tala.
Um tína dýrd á mannaveg,
ei muður mín kann mæla.
 
3. Í minsta spíra, Harri mín,
tín dýrd er stór at skoða,
har sæst tann mikla mildi tín
um teg, o Guð, at boða.
Sum urguspæl, sum sálmasong
við boðum, sum meg svala,
eg hoyri fuglaljóð um ong
um góðsku tína tala.
 
4. Ja, vakur, Guð, er heimur her,
har bústað tú gavst monnum.
Tín stórleika og mildi ber
hvørt fjall, hvør urt av sonnum.
Ger eyðmjúkan so anda mín,
at eg av tær kann læra,
og lat meg skoða himmal tín,
tá hiðan eg skal fara.
 
J. Tegengren 1922.
Salomon J. Joensen 1975.
Lag: sum Sl. 274.