312
Ofta tungt er mansins hjarta,
mangt kann meina kropp og sál;
vegur langur, myrkur svarta,
slíkt er lagt til lívsins mál;
tí at ættin fell frá Guði,
kom hon at tí harða luti.
2. Um tú staddur ert í vanda,
skalt tú ikki missa mót;
altíð er tær hjálp til handa,
fyri skaða berst tær bót.
Hann, sum legði á teg byrði,
veit, at sál tín hevur virði.
3. Alt, ið tær á hjarta liggur,
ber tað fram til Guð í bøn;
hann, sum álit altíð tryggur,
veitir tær ei synda løn;
hann, sum veit, hvat er tín bági,
tær vil veita ríka náði.
4. Náðin besta, troystin ríka,
fyri øllum besta bót,
fyri høgan, lágan líka,
liggur goymd við krossins fót;
ikki einans, tá í moldum
kroppur goymist, sál av foldum.
5. Eisini í lívsins verki,
sum á landi so á sjógv,
fylgir okkum faðir sterki,
best hann hevur handahógv.
Hvat vit gera, tala, læra,
Guði veri dýrd og æra!
Gulak Jacobsen.
Lag: Sl. 257.