322
Eg skar mítt navn í grein ta hvítu,
og bjørkin tók tað í sín favn,
tá børkur vaks, varð merkið lítið,
og loksins hvarv tað heila navn.
 
2. Men træið feldi stormur sterki,
og undir børkinum eg tá
fekk sama gamla navnamerki
við somu telging aftur sjá.
 
3. Ja, vilt tú navn títt, Guð mín, skriva
í mína sál, tín ognarlut,
tá veit eg væl, at tað skal liva
um aldur og ei strikast út.
 
4. Og tá meg fellir deyðin sterki,
og alt í grøv er dult og gloymt,
gev, Guð, tú tá títt navnamerki
í hjarta mínum finnur goymt!
 
Jacob Paulli. Jóannes Patursson 1901.
Lag: Sl. 47.