329
Jesus góði, saman her
koma vit títt orð at hoyra;
sjálvur tú hjá okkum ver,
rør várt hjarta og várt oyra,
so vit væl í sál og sinni
goyma teg og himin inni.
 
2. Vitska vár er døkk og kám,
dugir ei Guðs orð at skilja,
uttan andin burt tað tám
rekur, sum man ljósið hylja.
Gott at hugsa, tala, gera,
til tess vil Guð kraft oss bera.
 
3. Tú, o, dýrdarljósins bál,
lívsins ljómi okkum lýsi,
veki hvørja treka sál,
leið til lívs og frelsu vísi;
bøn og song lat birta gleði,
gev teim andans mál og megi.
 
Tobias Clausnitzer 1667. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 174 a og b.