334
Vit fylkjast, faðir, um títt orð,
tín skírnarfunt, títt altarborð.
O, lat oss kenna, at tú her
sum áður enn hjá okkum er.
2. O, góði Guð, upplýs oss svá,
at okkum sjálv vit kenna smá,
og einans tað vit meta stórt,
tú fyri okkum hevur gjørt.
3. Av egnum ávum lívsins leið
vit, góði faðir, finna ei,
men hoyra vit títt halga mál,
vit fáa styrk og ljós í sál.
4. Tað er tann hjálp, sum leiðir heim
frá heimsins sorg til himla gleim;
tann lovsong hátt vit syngja tá,
sum veikur her á vørrum lá.
P. Sørensen. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 364.