353
Harrin rættir út sín arm,
signa vil tey smáu;
komið smá til Jesu barm,
ognist sæl hans gávu!
Doyp og endurføð tú tey
djúpt í lívsins keldu,
leið tey frelst frá dóm' og deyð',
kærleiks Guð, við veldi!
 
Enskur. Grundtvig 1837. J. Nolsøe.
Lag: Sl. 125.