366
Men tað skalt tú, ungdómur, sanna,
at trong er sigursins leið,
her ræður tað fram um annað
at standa og vikast ei.
Tí leiðin til frælsi og sigur
er val millum ilt og gott,
og frælsur er hann, sum gevur
seg heilan til himnadrott!
 
2. Ein frelsari er, sum loysir
úr bandi og tyngd tína sál,
ein høvdingur, sum tær fylgir
á leið til tað hægsta mál.
Og tað skalt tú, ungdómur, vita,
hann bíðar í vón eftir tær,
tín frelsari yvir tær vakir
og signar títt fótafar.
 
3. Nú barnastrekkið er farið,
og aftur latin er grind,
tú gongur úr girdum garði
út í tann várliga vind,
og tað skalt tú, ungdómur, vita,
vit fyri tær droyma ein dreym
um summar og sólarhita
og ferð yvir eydnunnar streym!
 
4. Vit síggja várið hitt ljósa
at ferðast inn yvir lond,
ein ungdómur vónandi stendur
í vindi á havsins strond.
Vit droyma um summar fagurt
og um eitt vælsignað heyst,
har ættin við reinum hjørtum
ger tað, sum er øllum best.
 
Mads Nielsen. H.A. Djurhuus.
Lag: Sl. 218 a og b.