37
Hvar Guð vil, glaður fari eg,
hann, ikki eg, skal ráða;
hann veit best sjálvur tíð og veg,
hann vil meg altíð náða.
Guð vil meg føra heim til sín,
tí er so tryggur hugur mín,
eg á hans miskunn líti.
 
2. Hvar Guð meg førir, vil eg meg
heilt geva í hans hendur;
eg veit, um mangan undrist eg,
í hond hans alt tó stendur.
Hann legði um meg síni ráð,
alt áðrenn dagsins ljós eg sá;
eg eigi meg ei sjálvur.
 
3. Hvar Guð meg førir, er í trúgv
og vón mín hugur tryggur;
hans kraft í mær skal hava búgv,
hann aldri av mær hyggur;
eg eigi tí so stórt frímóð,
tí Harrans leið er altíð góð,
ja víst hin allarbesta.
 
4. Hvar Guð vil, glaður fari eg,
um fótur mín skal brenna;
um eg ei sjálvur finni veg,
tilsíðst eg tó skal kenna:
Í trúskapi hann gjørdi alt,
øll míni spor hann hevur talt,
á hann eg trygt kann líta.
 
L. Gedicke 1711. J. Dahl 1927.
Lag: Sl. 154.