372
O, minst til Guð tey ungu ár!
Hvør vøkstur eiga má eitt vár,
um hann skal grøði bera.
So lat tí Guð títt hjarta fá
frá ungdómstíð til elli grá!
Tá lívið ljóst skal vera.
 
2. O, minst til Guð tey ungu ár,
nú vónin lýsir væn og klár
sum vár í ljósum lundum!
Sum blóman sprettur sálin blíð,
seg opnar móti ljósi frí
á lívsins halgu stundum.
 
3. Ja, minst til Guð tey ungu ár,
teir vándu dagar seta sár,
og heimsins sveinar svíkja!
Tá kvøldið kemur uttan frið,
tá verður tungt at venda við
og frá tí vánda víkja.
 
4. So lít á Guð, nú sál er ung,
hon seinni verður troytt og tung,
og sorgir hjartað fylla!
Tí trúgvin halgar ungdómsár,
ber krúnu til tey hvítu hár,
vil tey við rættferð gylla,
 
5. Guð, blóma lat í hvørji bygd
ein ungdóm væl í trúgv og dygd
og lær tey Krist at lýða!
Og lat so øll tey gomlu svá
ta góðu ellikrúnu fá:
Guðs rættvísi tey prýða!
 
Præd 12,1. Elias Blix 1891. Edm. í Garði 1962.
Lag: sum Sl. 351.