380
Guðs lambið sjá,
sum krossi á
burt syndir hevur borið.
Tað okkum troyst er vorðið.
Guðs lamb ver hjá
við tíni náð.
 
2. Guðs lambið sjá,
sum krossi á
burt syndir hevur borið,
til friðar okkum vorðið.
Guðs lamb veit frið
við tína lið.
 
3. Guðs lambið sjá,
sum krossi á
burt syndir hevur borið
og lív er okkum vorðið.
Oss deyðasek
til lívs tú vek.
 
Latín: Agnus Dei.
Grundtvig 1837. Axel Tórgarð.
Lag: Sl. 105.