390
Himnafaðir vár, vit biðja:
Heilagt verði navnið títt,
til oss komi, verði friðað
ríkið títt so stórt og frítt.
 
2. Verði vilji tín, Guð faðir,
sum í himli so á jørð,
gev oss dagligt breyð hvønn dagin,
metta øll, sum sita sør.
 
3. Fyrigev tú skuldir várar,
góði Faðir, gev tín frið,
tá ið granni okkum sárar,
glað vit fyrigeva við.
 
4. Lat ei freisting okkum villa
- syndaløtt vit eru øll -
halt tú okkum frá tí illa,
lat oss standa stinn sum fjøll.
 
5. Sterki Guð, tú okkum leiðir,
ríki tínum valdar tú,
heiðurin tú ævigt eigur,
amen, prís tær veri nú!
 
Matt 6,9... Gunnar Dahl-Olsen úr donskum.
Lag: Sl. 138.