391
Minst til at biðja Faðirvár,
minst til at signa teg;
tá sendir Harrin eingil sín
at hjálpa tær á veg.
 
2. Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.
 
3. Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leiku fríð og fín.
 
4. Og grætur tú, hann kínir tær
og turkar tíni tár -
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja Faðirvár.
 
H.A. Djurhuus.
Lag: sum Sl. 254.