392
Tá krossur nívir, heita bønir
á hann, sum beinir høv og lond,
og náði Harrans øllum lønir,
ið góvu seg upp í hans hond.
Í harmi Dávid hørpu sló,
og Harrans náð hann reinan tvó.
 
2. Tá krossur nívir, heim tær leingist
sum manni, tá ið ódn ber av,
tá sálin roynir sút og angist,
hon finnur borgina, Guð gav,
tá dúgvan ferst í oyðimørk,
hon heldur heim til sína ørk.
 
3. Tá krossur nívir, betur dregur
tann krúna, okkum prýða skal,
tá Harrin túsund ferðir gevur
alt tað, hann lovaði so væl,
tá sálin sær Guðs ljósa sal,
hon óttast ikki degningsæl.
 
4. Krossfesti Krist, lat krossin kennast
at draga okkum at tær heim,
lat krossmenn av Guðs náði mennast
og veit á himni krúnu teim.
Ger krossin kæran mær í verð,
tí uttan kross ei krúna er.
 
Benjamin Schmolck. G. Bruun 1936.
Lag: sum Sl. 158.