395
«Heilagt títt navn verði,» Guð vár,
alvaldi, alvísi!
Tungur óteljandi skapara sínum lovprísi;
øld eftir øld
fagnarljóð ættanna fjøld
takkandi til tín upp rísi!
2. Himlanna herskarar kvøða tær
heiðrandi kvæðir.
«Heilagur, heilagur, heilagur ert tú, Guð faðir!»
Einglanna mongd
tarna ei tíð ella longd,
vilja tín virka teir glaðir.
3. «Heilagt títt navn verði,» Harri!
vær syngjum við treysti,
veldig er kraft tín og virkan frá fyrndum, albesti;
stjørnur og sól
- lýsandi, lívgandi tól -
fylgja tí rás, tú teim festi.
4. «Heilagt títt navn verði,» Guð, fyri mær
og so mínum,
halga vár' hug og várt hjarta við andanum tínum,
húski og heim
ognist tín frið og tín gleim;
bønhoyr oss, Guð yvir skýnum!
5. Stimbra og styrk oss, so hátt yvir alt
vit teg æra,
elska títt heilaga orð og tað hugagóð læra,
hevja várt mál,
birta í jarðbundna sál
ljós títt og lív, sum skal vara!
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 122.