397
Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir.
Kærleiki ert tú, á vald títt vær lítum so glaðir;
algóð tín hond
røkkur um ríki og lond
bøtir tað, børnunum bagir.
 
2. Menniskjans vit ikki røkkur til gjølla at skilja,
hvat ið oss gagnar, og kundu vit alt tað, vit vilja,
fingið í lag,
máttu vit mangan um tað
syrgjandi høvur várt hylja.
 
3. Verði tín vilji, um sorgir mær kinnarnar væta,
orki eg ikki títt alvísa ráð enn at fata,
veit eg tó væl,
seinni eg síggja vist skal;
alt tú mær sendi til bata.
 
4. Styrk meg, Guð faðir, so glaður tín vilja eg geri,
elski títt orð og tín heiður um bygdir út beri;
likam og sál,
hugur og verk várt og mál
altíð til vildar tær veri!
 
5. Íðin vær nýtum tey evni, ið oss eru givin,
- gagnleys er gáva, sum niður í mold verður grivin; -
dygdargóð trúgv
vinni í hjørtunum búgv,
tá hvørvur óttin og ivin.
 
6. Fáa vit lært, Guð, tín vilja til fulnar at lýða,
geva alt í tínar hendur og trygdgóð tær bíða;
vunnin tá er
mætasti gripur í verð,
ljóða má lovsongur víða.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 122.