41
O, faðir, goym meg við tín favn!
Til tín eg mær vil leita,
har einans er mín trygga havn,
sum hvílu kann mær veita;
her havi eg í ódnum slongst,
til logn og frið mær hevur longst,
Guð, ber meg yvir báru!
 
2. Mín Guð, sum aldri nakran sveik,
tú skalt meg allan eiga!
Ígjøgnum heimsins svikaleik
tú einans kanst meg leiða.
O, faðir góði, gakk mær hjá,
so eg kann fullan sigur fá.
Leið meg í lívsins landið!
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 325.