419
Góði Harri, hoyr eg biði
teg um hjálp á lívsins veg,
kom til mín við tínum friði,
sýn mær, at tú elskar meg,
veit mær troyst og veit mær náði
eftir tínum vísdóms ráði.
 
2. Ei eg orki longur eina
her at bera synd og neyð.
Bert tú vildi vegin beina,
so eg geri, sum tú beyð,
at eg bjargaður kann verða,
ávøkst tær til æru bera.
 
3. Harri, lív tú gavst í náði
og við holdi klæddi meg!
Gev mær trúnna, so eg fái
hug at fylgja tínum veg,
so at krossur tín og pína
tryggja kunnu frelsu mína.
 
Johan Chr. Nielsen.
Lag: sum Sl. 257.