421
Harri, mínar troyttu hendur
rætti eg ímóti tær,
biði, at tú hjálp mær sendir,
tá ið heimur harðast slær.
 
2. Skjól og skjøldur, Guð mín, ver mær,
brynja mín í lívsins stríð',
Andans svørð tú gev og herð mær,
tá meg herjar heljar ríð!
 
3. Eri eg í víggi staddur,
inni ikki vilja tín,
falli, um enn brynjuklæddur,
reis meg aftur, Harri mín.
 
4. Gloym, o, Guð mín, misgerð mína,
hana søkk í djúpan sjó;
Harri, fyri miskunn tína,
reinan tváa meg sum snjó!
 
5. Fram við míni lívsleið stendur
ritað: Hann ov veikur var!
Harri, mínar tómu hendur
rætti eg ímóti tær.
 
Steingrím Niclasen.
Lag: Sl. 123.