422
Harri, tú vár verndari og skjøldur,
heimsins ljós ígjøgnum allar øldir.
Gjøgnum dimmi undangongumaður,
Harri, tú sum øllum leiðum ræður.
 
2. Hoyr, vit heita á teg, veldisharri,
vit, sum eru nær og eru fjarri.
Ger tað so, at signing tín oss nertur,
tá vit tendra tínar altarkertur.
 
3. Salva okkum so í tíni náði,
vit, sum eru sveiggjandi sum stráið,
so vit hevjast yvir fold og kenna
bjart í okkum kertur tínar brenna!
 
H.A. Djurhuus.
Lag: Sl. 126.