426
Signi andi tín og orð
alt, sum hond tín bar á borð,
ríviligt av tí, sum tú
hevur til í hjall' og búð,
gev oss megi við tín mat,
drýggindi legg í várt fat,
gleði og heilsu nørast lat.
 
Kingo 1681. Chr. Matras.
Lag: sum Sl. 219.