43
Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há,
tín trúfesti røkkur til skýggja,
tín dýrd er um allan heimin at sjá,
tín kærleikssól lýsir til bíggja.
 
2. Sum fastbygda fjallið er rættvísi tín,
sum havdýpið ráð títt og dómar,
tú bønirnar hoyrir, ið leita til tín,
tín hátign og dýrd um oss ljómar.
 
3. So víða sum menniskjan byggir sær ból,
tín náði og miskunn man vaka,
tín vernd er trygg eins og veingjanna skjól,
hjá tær okkum einki kann saka.
 
4. Tú sálirnar frelsir, tú fagnar hvørt kind,
hvørt kykt, her á fold dregur anda;
hjá tær er lívsins hin æviga lind,
sum ljósborgir glitrandi randa.
 
Sálmur 36,6-10.
Ingemann 1845. J. Dahl 1911.
Lag: Sl. 335.