433
Algóði Guð, tú fyrstu ferð
gavst manni brúður her í verð
á Edens grønu grundum!
Tú hendur teirra saman brá,
tín andi har tey vígdi tá
við einglaljóð í lundum!
Góð og føgur
gjørd var kvinna
mann at ynna,
trúgv í vanda
blúgv við mansins lið at standa.
 
2. Hoyr okkum, himnadrottur mans,
víg brúðgómin og brúður hans,
sum fyri tær her standa!
Lat sálmin ljóða henda dag
sum áður Edens einglalag,
ein vernd mót øllum vanda!
Harri, hond tín,
Halgi Andi,
bindi bandið!
Hav í minni
dygdarmann og dygdarkvinnu!
 
Birgitte C. Boye. J. Dahl 1926.
Lag: sum Sl. 327.