442
Tá mín tunga ikki longur
syngja ella biðja kann,
gev mín síðsti longsil gongur
upp til tín, mín frelsarmann;
hoyr ta bøn, eg sendi tær,
himladyrnar upp lat mær,
bið tín eingil blítt meg bera
heim í tína høll at vera!
 
2. Heim í halga himmiríki,
heim í Guðs útvalda tal,
heim at vera einglalíki,
heim í hægsta kongsins sal,
heim í alt hitt frelsta lið,
heim í Harrans dýrd og frið,
heim til fedrar mínar fara,
heim til Jesu navn at æra!
 
Elias Eskilsen Naur. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 183 b.