448
Her møtast allir vegir
brátt gravarbakka á;
her reiðast síðstu beðir
í myrku skuggavrá;
her følna gleðiblómur,
her hvørvur dýrd á fold,
her tagnar heimsins rómur,
her alt fer undir mold.
 
2. Men ein á dópsstund hevur
oss tikið í sín favn,
hann okkum lívsvón gevur,
um grøv er fyri stavn;
tað er tann Jesus góði,
sum her á deyða vann
og út úr sorg og móði
til himna vegin fann.
 
3. Ei moldin meira hylur
enn foldardustið tað,
sum andin frá sær skilur,
hann fer á hægri stað.
Um stund skal dustið liggja
her undir grønum flag,
Guðs hond skal upp tað byggja
ein sælan páskadag.
 
4. Tí starið ikki, eygu,
í gravarmyrkur svart,
brátt lýsir tað av degi,
og ljós upp rennur bjart!
Tí prísið, tungur allar,
hin dýra drottin, Krist,
sum beinir vegir allar
til himna dýrdarvist!
 
Grundtvig 1824.
J. Dahl 1935.
Lag: sum Sl. 210.