449
Far og ger mær leiðið til,
nú at mínum deyða líður.
Stavin eg tí leggja vil
her, sum myrkrið um meg sígur,
leggja meg til hvíldar við,
fara hiðani í frið.
 
2. O, í heiminum er kalt,
ljósini sum skuggar liggja.
Hvussu hátt og sterkt er alt,
sum vit her á foldum byggja,
sum ein roykur burtur fer,
ongantíð at himli ber.
 
3. Fold, eg sigi tær farvæl,
lat meg nú í friði fara.
Tínar vónir eru spæl,
tínar gleðir sorgir bara.
Fáfongt royndist alt hjá tær,
klárur dagur bíðar mær.
 
4. Fari heim í faðirs garð,
hvíldina hann tá mær gevur,
tí eg veit, hann sjálvur mær
har ein bústað búgvið hevur.
Hoyr, so sáran suffi eg:
Harra Jesus, goym tú meg.
 
E.M. Arndt. 1819. C. Hauch.
Fr. Hammerich 1850. Týðarin ókendur.
Lag: Sl. 69.