461
Til andans stóru náðifest
mær Harrans rødd nú bjóðar,
far frá mær alt, meg gleddi mest,
um Guði ei tað hóvar;
far av mær hvørt eitt haft og band,
ei gull og góðs, ei hav og land
skal Harrans gesti forða!
 
2. Øll slitni bond, mær halda fast
og meg frá Guði draga,
um hjartað við teim bondum brast,
og sálin særd man klaga!
O, Harri, veit mær kraft og treyst;
var fyri teg ei alt mær leyst,
við tær eg alt mítt misti!
 
Ingemann 1825. J. Dahl 1934.
Lag: Sl. 325 a og b.